Í fína summarveðrinum í kvøld hevur EB/Streymur á heimavøllinum í Streymnesi vunnið 1-0 á NSÍ.
Sigurin ber við sær, at EB/Streymur er oddalið eftir 7. umfar í Formuladeildini.
Einsamalla málið syrgdi John Heri Dam fyri, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Eftir flata hornasparkssending frá Hans Paula Samuelsen smekkaði John Heri Dam bóltin umvegis tvørtræið og inn um málstrikuna.
Síðstu løtuna royndi NSÍ at leggja trýst á. Andersson hevði tveir góðar møguleikar, men marginalirnir vóru ikki við gestunum úr Runavík, sum í 1. hálvleiki vóru stak væl við, eftir at heimaliðið hevði lagt bragdliga fyri.










