Talan gjørdist um ein góðan dag hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Liðið hjá Leivi Mortensen og Jónasi G. Djurhuus, FIF vann á heimavølli á Frederiksberg 29-23 á Otterup. Serliga í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá FIF, ið var á odda 15-8 í steðginum.
FIF vann seg uppum niðurflytingarstrikuna við sigrinum. FIF hevur 12 stig á fjórðaftasta plássinum í deildini.
Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á heimavølli 31-29 á Skive. Í steðginum var Skive á odda 16-15.
Team Sydhavsøerne er nummar fýra í deildini við 17 stigum, einum stigi færri enn Skive.'
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | TMS Ringsted | 14 | 21 |
| 2 | HØJ | 14 | 20 |
| 3 | Skive fH | 15 | 18 |
| 4 | Team Sydhavsøerne | 15 | 17 |
| 5 | Raekker Mølle | 13 | 15 |
| 6 | Aarhus HC | 14 | 15 |
| 7 | TM Tønder | 14 | 13 |
| 8 | Grindsted | 14 | 12 |
| 9 | IK Skovbakken | 14 | 12 |
| 10 | FIF | 14 | 12 |
| 11 | Otterup HK | 15 | 11 |
| 12 | Odder | 14 | 11 |
| 13 | Roskilde | 14 | 7 |










