Avtalan er, at føroysk lesandi skulu lýsa føroysk viðurskifti, í samstarvi við føroyskar fyritøkur og stovnar, í teimum serritum og størri uppgávum, ið eru partur av lesnaðinum, um eitthvørt, ið fyritøkan hevur brúk fyri at vita meira um. Hetta átti at givið føroyskum virkjum ein møguleika at fingið gjørt kanningar ella smærri granskingar-uppgávur, uttan at brúkt stórvegis av peningi.
Ætlanin er, at Vinnuhúsið skal leggja ein link til heimasíðuna hjá teimum lesandi, á heimasíðuna hjá Vinnuhúsinum og øvugt. Heimasíðurnar skulu verða sambindingarlið millum tey lesandi og føroykst vinnulív.
Yvirlit
Á heimasíðuni hjá teimum lesandi ber til at finna yvirlit yvir lesandi, sum hava áhugað at skriva um ávís føroysk viðurskifti, hvat tey hava tikist við og hvørji viðurskiftið tey serliga hava áhugað fyri. Har verður eisini víst á dømi har lesandi og føroysk fyritøka hava samstarvað. Á heimasíðuni hjá Vinnu-húsinum verður ein talva við evnum, sum tey lesandi kunnu taka útgangsstøði í, áðrenn tey gera av, hvat tey fara at gera uppgávur um.
Tá tey lesandi hava fingið áhuga fyri ávísum evni, fer umboð fyri Vinnuhúsið at seta seg í samband við føroyska vinnu og á henda hátt fáa í lag samband millum lesandi og vinnuna.
Virkir, sum vilja hava serliga uppgávu loysta eru vælkomin at seta seg í samband við Vinnuhúsið. Vinnuhúsið vil síðani verða við til at fáa í lag samband til tey lesandi, skrivar Vinnuhúsið.