Heimasíðan hjá Faroe Petroleum, er innstillað til virðisløn í bretsku kappingini AIM Investment Awards ?08 Tað er bretska íløgublaðið Investor?s Cronicle, eitt av bløðunum hjá Financial Times, ið stendur handan kappingina.
Faroepetroleum.com er innstillað í kategoriini Best AIM website, og um heimasíðuna stendur at lesa: ´clear, concise and very good at explaining strategy?.
Á føroyskum merkir hetta at heimasíðan er greið, beinrakin og sera góð til at greiða frá strategi.
Heimasíðan er stílað til íleggjar og møguligar nýggjar íleggjarar, og tað stuttliga við henni er, at hon er føroyskt framleidd frá enda í annan, um sæð verður burtur frá Stock info, ið verður importera frá øðrum veitara. Tað er samskiftisvirkið Sansir, ið hava gjørt heimasíðuna, ið er bygd á føroysku Sansir.net skipanina.
Millum hini innstillaðu í hesari kategori eru ein ensk medicinalfyritøka og ein írsk fruktfyritøka, so Faroe Petroleum er komið í altjóða selskap.
Vinnararnir verða funnir á stórari veitslu í London tann 29. mai, og tá verður spennandi at síggja, hvussu leikur ferst.
Heimasíðan kann síggjast á www.faroepetroleum.com