Heimasíðan bil.fo aftur virkin

Frá í dag av er heimasíðan bil.fo aftur virkin eftir at hava ligið still í meira enn eitt ár.

Heimasíðan bil.fo verður í dag lanserað í heilt nýggjum hami. Tað er Poul Laust Christiansen í Hvalba saman við Dánjali Vestergaard og Bárði Bærentsen, sum eiga og reka heimasíðuna.


Poul Laust Christiansen frá bil.fo sigur, at heimasíðan er gjørd til at fólk kunnu seta sín brúkta bil til sølu har. Síðan er brúkaravinarlig, og tað er t.d lætt at samanbera bilarnar á síðuni viðvíkjandi prísi, motorstødd, árgangi o.s.fr. Tey, sum ynska at selja sín bil, stovna bert sín egna profil og skriva tekst og leggja mynd við.


Tað kostar 299 krónur at seta bilin til sølu á bil.fo. Tá kann hann vera har, líka til hann er seldur.

Til ber at gjalda við gjaldskorti inni á síðuni.


Til ber eisini til at velja, um bilurin skal koma við í eina litlýsing hjá bil.fo í bløðunum. Sum eitt heilt serligt byrjunartilboð kosta teir fyrstu 50 bilarnir bert 1 krónu pr. stk at leggja út.


Poul Laust sigur, at ætlanin er at víðka og útbyggja heimasíðuna til ein bilaportal við tíðindum og videoklippum.