Heimasíða meldað fyri misnýtslu av valtilfari

Heðin Mortensen, løgtingslimur Sambandsfloksins, hevur meldað heimasíðuna www.spik.dk, ið hevur misbrúkt valtilfar hjá honum

? Eg veit ikki, hvat man ger við slíkt, men hatta er beinleiðis stuldur av mínum valtilfari, sum eg havi goldið nógvar pengar fyri, sigur Heðin Mortensen, sum ikki gjørdist sørt skakkur, tá hann sá eina lýsing við sær sjálvum, har hann veitrar við Dannebrog og sigur »Farvæl Fullveldi, góðan dagin Danmark, nú skal lánast«.

Talan er um ein lýsingarbannara hjá Heðini Mortensen, sum m. a. er at síggja ovast á breddanum á heimasíðunum hjá Sosialinum og Dimmalætting nú um dagarnar.
Har veitrar hann við føroyskum flaggi, ynskir fullveldinum farvæl og sigur, at »nú skal arbeiðast«.

Tey, ið standa fyri síðuni www.spik.dk hava broytt hesa lýsing og lagt hana á nevndu heimasíðu - sum um at tað er Heðin Mortensen, ið hevur henda margháttliga boðskap.
Heðin Mortensen hevur fyribils meldað teir, ið standa aftan fyri síðuna. Hvat víðari fer at henda, veit hann ikki.

? Fyri meg persónliga hevur hatta nú ikki so stóran týdning, men eg vil fegin vita, hvør tað er, ið hevur gjørt hatta, og hvat endamálið var við hasum, sigur Heðin Mortensen.
Vit hava ikki fingið fatur á teimum, ið standa fyri www.spik.dk. Um teir hava fingið kaldar føtur, ella ikki, vita vit ikki, men í øllum førum var heimasíðan burtur, tá vit royndu at logga á mikumorguin. Tá kom bert fram ein blankur skíggi.