Heimasíða fyri milliónir í skrell

Stóra og áralanga heimasíðuprojektið hjá Kringvarpinum er nú skrottað. Í gjár varð slókt fyri gomlu síðuni, og ein nýggj heimasíða tikin í nýtslu ístaðin. Gamla heimasíðan fekk tí ikki meira enn tvey ár á netinum.

Týsdagin 12. apríl 2011 bjóðaði Kringvarpið til tíðindafund í samband við at nýggja heimasíðan varð tikin í nýtslu. Heimasíðan hevði tá verið ávegis í meira enn hálvt triðja ár.

Beinleiðis og óbeinleiðis kostnaðirnir av heimasíðuni, sum í gjár varð slókt, eru meira enn tvær milliónir krónur.

Kringvarpið gjørdi sáttmála við danskan heimasíðuveitara, ið bara hesin parturin lá um eina millión krónur. Eitt nú vóru danskir grafikarar í Føroyum í fleiri umførum fyri at finna rætta samleikan og litirnar til nýggju heimasíðuna. Eisini vóru danskir skeiðshaldarar í Føroyum fyri at læra starvsfólk at brúka heimasíðuna.

Harumframt varð verkætlanarleiðari settur inni í Kringvarpinum til burturav at taka sær av arbeiða við heimasíðuni, umframt at stovnurin brúkti sera nógva innanhýsis orku á kt- og tøkniøkinum til at fáa hetta fyri Kringvarpið sera stóra heimasíðuprojektið sett í sjógvin.

Men samstarvið við danska veitaran riggaði tó ikki betur enn so, at partarnir fóru hvør til sítt, áðrenn heimasíðan varð almannakunngjørd í apríl 2011.

Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum, sigur við Vágaportalin, at nýggja heimasíðan byggir á eina heilt aðra skipan enn gamla heimasíðan.

Myndin er frá tíðindafundinum í Sortudíki í apríl 2011, tá táverandi Miðlaleiðarin, Elin Brimheim Heinesen, almannakunngjørdi nýggju heimasíðuna, sum í gjár varð skrottað.