Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, er sera væl nøgdur við Skálafjarðarsamstarvið, sum er skipað millum kommunurnar við Skálafjørðin, eftir at eldraøkið er lagt út til kommunurnar at umsita.
- Higartil hava vit havt eitt ógvuliga gott og fyrimyndarligt samstarv, og kommunurnar við Skálafjørðin eru sera væl fyri á eldraøkinum. Í fyrsta lagi eigur samstarvið Røktar-og Ellisheimið í Runavík, har hinar kommunurnar, sum vóru við í samstarvinum, eru keyptar burtur úr. Haraftrat eigur samstarvið nú eisini nýggja eldrasambýli, sum verður bygt á Strondum, eldrasambýlið á Skála, Heimið á Mýruni í Runavík og eldrasambýlið Vesturskin á Toftum.
Hann sigur, at pláss er fyri umleið 110 eldri á hesum stovnum, sum kommunurnar í Skálafjarðarsamstarvinum eiga.
- Hóast hesar frálíku umstøður við stovnum kring um í økinum, eru vit samd um at arbeiða fyri, at tænasturnar úti í heimunum, har tey gomlu búgva, skulu mennast og betrast.
Jóhannus Danielsen sigur, at kommunurnar við Skálafjørðin eisini eru í holt við at skipa læknamiðstøðina í Runavík um til ein heilsudepli fyri Skálafjarðarøkið.
- Onkrar smærri umbyggingar skulu gerast, soleiðis at pláss verður fyri trimum læknum deplinum, umframt at depilin eisini fer at veita aðrar heilsutænastur. Heilsutrygd søkir nú eftir tveimum læknum aftrat til depilin, soleiðis at kommunulæknarnir fara at verða tríggir í tali, sigur borgarstjórin í Nes kommunu.









