Heimarøktaraútbúgving bjargast av tinginum

Helena Dam á Neystabø vendir sær nú til hinar flokkarnar fyri at ein komandi útbúgving fyri heimahjálparar ikki fær banahøggið nú tingið er sent heim

Millum tey stívliga hundrað uppskotini, sum liðu vøggudeyðan nú løgmaður hevur útskrivað løgtingsval, er eitt uppskot um at seta á stovn eina nýggja heimarøktaraútbúgving í Føroyum.

Nú vil Sjálvstýrisflokkurin so royna at vekja uppskotið aftur til lívs. Hetta kann gerast við at fáa 13 tingmenn at taka undir við, at uppskotið eigur at samtykkjast í tinginum. Hendir so, so eigur tingformaðurin Jógvan Ingard Olsen at kalla tingið inn fyri at avgreiða hetta málið.


Tað má vera nú

Helena Dam á Neystabø, formaður í Sjálvstýrisflokkinum leggur dent á, at tað er týðandi at fáa hetta uppskotið samtykt í tinginum nú, tí skúlin skal byrja longu í summar. Verður tað ikki góðtikið nú, so fer øll ætlanin fyri skeytið:

? Eg fari at práta við hinar flokkarnar. Undir 1. viðgerð tóktist at vera rættiliga breið semja í tinginum um hetta uppskotið. So eg rokni við, at vit finna fram til eina loysn, sigur Helena Dam á Neystabø.