Tað skrivar felagið Heimafriður, sum vísir á, at júúst sum Kollfjarðarnevndin mótmælti og forútsá, er Kollafjørður nú vorðin ein russiskur centralur.
– Órógvandi skipini eru, eftir at nýggju samgongan við Javnaðarflokkinum á odda, fleirifaldað og støðan er versnað munandi í 2021.
Dálkingin í lokala økinum er øgilig.
Skipini bæði luftdálka og larma órímiliga nógv.
Eingin bati er í væntu frá núsitandi meiriluta.
Á seinasta býráðsfundi kom tað týðiliga fram, hvussu lítið vird neyðarrópini vóru og traðkaði á av núsitandi meiriluta.
– Felagið vil enn einaferð gera vart við, at hetta sera dálkandi virksemið í bygdum øki, elvir til massiva luft- og ljóðdálking, sum gongur út yvir fólkið á staðnum.
Heldur enn at viðurkenna, at kommunala virksemið hjá Tórshavnar Kommunu ger seg inn á grundleggjandi borgararættindi, velur Tórshavnar býráð at ignorera støðuna og tilvitað minka um lívsgóðskuna hjá sínum egnu borgarum, skrivar Heimarfriður.