Heimarøktin skal doypast

Heimarøktin og Serforsorgin skal hava nýtt navn. Tí er avgjørt at skriva út navnakapping

navnakapping

Síðani 1999 hava heimarøktin og serstovnadeildin verið ein stovnur. Navnið á stovninum hevur hesi árini verið Heimarøktin og Serforsorgin, men nú vilja hesi hava, at meira hóskandi navn skal finnast.
Tí er navnakapping nú útskrivað, og er ætlanin, at navnið skal boða frá einum felags samleika fyri tær fimm høvuðsdeildirnar, sum stovnurin hevur. tær eru eldraøkið (herundir heimarøktin), serstovnadeildin, stuðusskipanin fyri vaksin, deildin fyri sinnisveik og heilsufrøðiskipanin.
Øll hava rætt at taka lut í kappingini, og verða tríggjar virðislønir lætnar. Hesar eru á ávíkavist 15.000, 10.000 og 5.000 kr. Freistin at senda inn uppskot er 1. desember.