Súni í Hjøllum
bygdaráðslimur í Nes kommunu
??????????
Av og á verður tú sum bygdaráðslimur spurdur av borgarum um mál, sum tú als onga ávirkan hevur á. Í hesum føri eri eg spurdur um eitt mál av einum hjúnum, sum eru komin upp um tey 80 árini. Málið snýr seg um heimarøktina.
Í skrivi dagfest 18. juni skrivar økisleiðarin til teirra: "Vegna nógv økta arbeiðsbyrðu, serliga nú í summar, umframt at starvsfólkini hjá okkum fara í summarfrí, mugu vit tíverri siga frá, at vit ikki verða før fyri at veita tygum reingerð í juli og august mánaða í ár."
Halda tygum, at hendan tænastan er nøktandi?
Eisini loyvi eg mær at spyrja, um tað er rætt skilt, at eldrasambýlini eru so undirmannaði við starvsfólki nú, at neyðugt er at biðja tey avvarðandi hjálpa til?









