Heimamissiónin fer at skikka sær betri

Marjun Bæk, bispavalevni, nýtti høvi at spáa um hvussu fólkakirkjan fór at síggja út 10 ár eftir yvirtøkuna og hennara upplegg á uppstillingarfundinum til bispavalið var meira at kalla ein Visión 2017 fyri fólkakirkjuna.

Marjun Bæk:

 

Hvussu sær so fólkakirkjan út um 10 ár, tann fólkakirkjan sum Marjun Bæk sær fyri sær við sær sjálvari sum biskupi?

Marjun Bæk roknar við, at fleiri kvinnur fara at verða at síggja við kalikinum, at javnstøða verður innan kirkjugátt.

Heimamissiónin fer at skikka sær betri enn hon ger í dag. Heimamissiónin fer at hava onnur og týdningarmiklari ting at taka sær av enn at sálda í millum hvørjir prestar eru meira trúgvandi enn nakrir aðrir.

Marjun roknaði við, at prestarnir fóru at hava færri guðstænastur um tíggju ár. Tann eini sunnudagurin í hvørjum mánaði skal vera prædikufríur og hetta merkir, at meira verður at gera hjá deknunum . Teir deknar, sum ikki halda seg til at skriva sínar prædikur sjálvir, og tað hava teir loyvi við sambært lógini, bara prestur góðtekur hesar, fara at hava størri úrval av lestrarbókum at velja í millum. Marjun roknaði við at eini 10 lestrarbøkur fóru at koma aftur at í hesum tíðarskeiði.

Og staburin í fólkakirkjuni fer at vaksa í vavi. Við Marjun sum biskupi fer fólkakirkjan at hava tríggjar próstar heldur enn tann eina í dag og prestatalið verður økt úr 22 upp í 27. Kirkjutænararnir í teim størru kirkjunum fara at fáa løn fyri ómakin eins og prestarnir. Og prestarnir skulu koma meira saman. Hon boðaði frá fleiri konventum árliga, um hon gjørdist bispur.

Marjun sær eisini fyri sær, at sálmaskatturin verður brúktur á annan hátt. Tey ungu mugu sleppa at tulka sálmaskattin á teirra egna hátt í kirkjuni. Hvør veit, kanska fáa vit okkara gomlu sálmar klæddar í Heavy Metal tónleikabúna.