Útbyggingin av leguhúsinum í Nesvík verður fullført í einum. Tað samtykti Høvuðsstýrið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini í gjár, skrivar Trúboðin.
Fyrsta byggistig er komið væl áleiðis og nú avgjørt er at gera alla verkætlanina í einum, væntast, at høllin er klár at taka í nýtslu seint næsta summar og allur bygningurin um ársskiftið 2017-2018, sigur Trúboðin.
Fyrsta byggistig fevnir um eina kombihøll, sum skal kunna nýtast til fyrilestrar, møtir og konsertir, ítrótt og annað spæl. Pláss verður fyri 500 fólkum. Annað byggistig fevnir um eina kamarslon við 12 hjúna- og familjukømurum, umframt ein millumbygning við stórum felagsøki, brúsurúmum og goymslurúmum. Triðja byggistig, sum er innrættingararbeiðið í kamarslonini, skal gerast av sjálvbodnum.
Upprunaliga var útbyggingin mett at kosta 26 milliónir krónur og Heimamissiónin sigur, at nú vanta 15,4 milliónir í at samla inn. Í løtuni koma 93.375 krónur inn í føstum gávum um mánaðin til útbyggingina.
- Samstundis er umráðandi at gera vart við, at komið er ikki á mál enn við innsavningararbeiðnum, men at tørvur er á væl fleiri gávum. Leiðslan hevur tí tikið hesa avgerð í tí trúgv og væntan, at enn fleiri gevarar vilja vera við til at stuðla hesi framskygdu ætlan, uttan at nøkur fíggjarlig óráð verða tikin fyri. Miðvísa átakið at eggja fólki til at tekna fasta mánaðargávu, ella at stuðla á annan hátt, heldur tí fram, stendur at lesa á Trúboðanum.