Hópurin hjá VB er fullmannað undan dystinum ímóti B36 í kvøld. Mortan úr Hørg og Predrag Zivkovic sótu báðir uttanfyri við leikbanni í 2-0 tapinum móti B68, men teir eru við aftur ímóti B36.
Milan Kulic kom ikki á vøllin fyrr enn seinastu tíggju minuttirnar, tí venjarin valdi at spara tann sterka miðvallaran, men hann er nú klárur aftur.
Ion Geolgau, venjari hjá B36, hevur teir somu menninar tøkar hesuferð sum síðst. Niels Joensen og málverjin René Tórgarð eru framvegis skaddir. Tróndur Vatnhamar hevur tó staðið seg væl, nú hann hevur staðið millum stólparnar.
Bárður Mortansson er farin at spæla aftur eftir skurðviðgerð í knænum, men hann er ikki nóg væl fyri, til at vera millum teir fyrstu ellivu enn.