Fótbóltsheimurin varð kløkkaður, tá ið FC Suðuroy í fyrsta umfari megnaði 4-4 í Gundadali ímóti HB, sum var heppið at vinna eitt stig.
Síðani hevur tað verið eitt sindur striltið hjá FC Suðuroy, sum hevur tapt tríggjar ferðir á útivølli við samlaða málmuninum 1-7. Á heimavølli hevur tað hilnast betri. Har hevur úrtøkan úr trimum dystum verið fimm stig, og málmunurin hevur verið 5-3.
Tað er altso á heimavølli, at FC Suðuroy vinnur sær úrtøku, men tað er ikki nóg mikið við javnleikum sum teimum, ið liðið hevur spælt ímóti NSÍ og B36, tá ið úrslitini hava verið 1-1.
Í dag vitjar Víkingur á Vágseiði. Hjá víkingunum hevur tað verið eitt sindur upp og niður. Samlaða úrtøkan ber tó næstfremsta plássið við sær, og serliga kærkomin mundi 2-1 sigurin í Gundadali ímóti B36 kennast.