FORMULADEILDIN
Tá ið HB og VB/Sumba fóru av ovara vølli í Gundadali hóskvøldið vóru 8 av teimum 27 umførunum í 2006 kappingini avgreidd. Sunnudagin verður 9. umfarið, og tá verður fyrsti triðingurin liðugur.
Inntil 2004 var tað soleiðis, at tað varð farið undir landskappingina um mánaðarskiftið apríl-mai. At nýggi kappingarleisturin, sum fyrstu ferð varð royndur í fjør, hevur roynst væl bæði í fjør og higartil í ár, er tað eingin sum helst ivi um. Í staðin fyri lítið áhugaverdar uppgerðir í bólkaumfarinum í steypakappingini, sum tað eisini var lítil áhugi fyri millum áskoðararnar, so hava fótbóltshugað longu verið vitni til fleiri tættar uppgerðir um stig og plaseringar, og longu nú hava fleiri uppgerðir við heilt fitt av áskoðarum verið á skránni.
Ofta plagar at verða tikið til, at tað er stórur fyrimunur at spæla á heimavølli. Úrslitini í átta teimum fyrstu umførunum vísa, at heimaliðið vinnur oftari, enn útiliðið ger tað. Úrslitini vísa eisini, at tað ikki er nøkur sjálvfylgja, at heimaliðið vinnur øll stigini. Tað sigur seg sjálvt, at tað eigur at vera fyrimunur at spæla á heimavølli. Men tað sigur seg eisini sjálvt, at hesin fyrimunurin ikki er so stórur nú, sum hann var fyrr í tíðini, og tá verður hugsað um tíðina undan graslíkisvallunum.
Nú líkjast heimavallirnir rættuliga nógv. Tá ið tað ræður um undirlagið eru feløgini so at siga sum oftast á heimavølli. Undirtøkan millum áskoðararnar er framvegis størst hjá teimum, sum eru á heimavølli. Men hon er ikki longur altíð treytaleyst størst hjá teimum, sum eru á heimavølli. At samferðslukervið er nógv betrað, og at frítíðin er økt ber við sær, at tað er lagaligari at ferðast, og tað kemur eisini fótbóltsfeløgum, sum spæla á útivølli, til góða.
Tølini
Higartil eru 40 dystir spældir í Formula deildini. Tjúgu ferðir hevur heimaliðið vunnið. Tíggju ferðir hevur útiliðið vunnið, og tíggju ferðir hevur úrslitið verið javnleikur. Tað vil siga, at heimaliðið vinnur aðru hvørja ferð. At intensiteturin oftast hevur verið varðveittur inntil síðsta dómarabríksli sæst aftur í, at í 24 av teimum 40 uppgerðunum hevur tað verið javnleikur, ella hevur munurin bara verið eitt mál.
Í teimum 40 dystunum, sum higartil eru avgreiddir, eru tað skorað 131 mál ella í miðal 3,275 mál í hvørjari uppgerðini. Sammett við miðal máltalið aðra staðni er hetta á góðari leið. 81 mál eru skorað á heimavølli, og 50 mál eru skorað á útivølli.
Merkisvert er tað, at í 40 teimum fyrstu uppgerðunum er tað bara eina ferð komið fyri, at liðini eru farin av vøllinum og áskoðararnir til hús uttan, at í hvussu so er annað av liðunum hevur skorað mál. Fyrsti málleysi javnleikurin var í Gundadali mikukvøldið, tá ið B36 hevði vitjan av GÍ.
Úrslitið, sum oftast er komið fyri í 40 teimum fyrstu uppgerðunum, er 1-1. Hetta hevur seks ferðir verið úrslitið. Næstflestar ferðir hevur úrslitið verið 2-1 og 2-0. Fýra ferðir hevur heimaliðið vunnið 2-1, og fýra ferðir hevur heimaliðið vunnið 2-0.
Størstu sigarnir hava verið við fimm málum. Einasti sigurin higartil hjá Skála var, tá ið teir á heimavølli vunnu 5-0 á VB/Sumba. NSÍ vann 6-1 á heimavølli móti ÍF. Hetta er málríkasta uppgerðin higartil saman við heimadystinum hjá NSÍ móti VB/Sumba. Tann uppgerðin endaði 5-2.
HB hevur skorað flest mál. Havnarmenninir hava gjørt 22 mál, og tað er fimm fleiri enn tey bæði liðini, sum hava skorað næstflest mál. KÍ og NSÍ hava fingið 17 mál í part.
Um undirhaldsvirðið verður roknað út frá málunum, so er eingin ivi um, at tað er mest undirhaldandi, tá ið VB/Sumba ella ÍF ella HB eru annar parturin. Samlaða máltalið í dystunum hjá VB/Sumba er 34 (9-25), hjá ÍF 34 (10-24) og hjá HB 33 (22-11). Út frá hesum tummastokkinum eru minst undirhaldandi uppgerðirnar tær, har meistararnir úr B36 eru annar parturin. Samlaða máltalið í teimum átta uppgerðunum, har B36 higartil hevur verið annar parturin, er 19 (11-8).
Úrslitini og málmunirnir kunnu sjálvandi eisini valdast út frá, hvørji mótstøðuliðini hava verið. Øll feløgini hava spælt móti øllum uttan einum. Sunnudagin verður 9. umfar á skránni, og tá ið tað verður liðugt leikt, hava øll spælt eina ferð móti øllum, og so verður fyrsti triðingurin liðugur av 2006 kappingarárinum, sum sambært støðutalvuni bara gerst meiri og meiri spennandi.
Sunnudagin verður skráin í 9. umfari henda: Skála-ÍF, B36-NSÍ, KÍ-GÍ, VB/Sumba-EB/Streymur og B68-HB.