Tað var eingin ivi, tá ið 1. deildarliðið hjá VB/Sumba seinnapartin hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
Heimaliðið vann 4-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 2-0.
Nenad setti hol á, tá ið seks minuttir vóru farnir. Tveir minuttir undan steðginum økti Jón Krosslá Poulsen um leiðsluna.
Eitt stórt korter undan leikloki økti Jón Krosslá Poulsen um leiðsluna til 3-0, og tá ið tað restaðu stórir tíggju minuttir staðfesti Karl Lisberg rimmar heimasigurin, sum ber við sær, at VB/Sumba heldur tørn um trivaligu leiðsluna í 1. deild, og harvið er besta boðið upp á uppflyting, nú tað resta seks umfør.
VB/Sumba hevur 43 stig, og NSÍ hevur 28 stig.