Heimaliðið vann Klaksvíkskappingina

Tað var heimaliðið KÍ, sum um vikuskiftið vann árligu Klaksvíkskappingina.

Afturvendandi Klaksvíkskappingin, sum á hvørjum ári verður leikt stutt undan, at fótbóltskappingarárið fer á rull, var á skránni um vikuskiftið. Sum siður er luttóku trý tey fremstu liðini frá undanfarna ári umframt KÍ.

Smurdu javnaldrarnar av
Leygardagin vóru hálvfinalurnar leiktar. Lutakastið vildi tað so, at tað vóru B36 og Skála, sum hittust í aðrari, meðan javnaldrarnir KÍ og HB hittust í hinari.
Dysturin millum Skála og B36 gjørdist rættuliga javnur, men tað var havnarfelagið, ið dróg longra stráið og vann dystin 1-0. Málið skeyt annar av klaksvíkingunum hjá B36, Allan Mørkøre, sum leygardagin slappi at royna seg í álopinum hjá árstalsfelagnum.
Hin hálvfinalan stóð sum áðurnevnt millum heimaliðið KÍ og greipuvinnararnar úr HB. Hendan dystin vunnu klaksvíkingar greitt 4-1, og talan var veruliga um klassamun, frætta vit úr Klaksvík.
Málskjúttar hjá KÍ hendan dagin vóru Ove Nysted, Arnhold Joensen og Heðin á Lakjuni, umframt at HB gjørdi eitt sjálvmál. Málið hjá HB skeyt Jákup á Borg.

Jøvn finala
Sunnudagin var tí fyrst leikt um 3. og 4. plássið, og hesin dystur stóð sjálvsagt millum Skála og HB. Her var HB greitt tað betra liðið, og teir vunnu eisini dystin fult uppiborið 4-1. Hvørki HB ella Skála vóru fullmannaði til dystin.
Eftir at tað var greitt, hvør gjørdist nummar trý og nummar fýra, var so finalan millum KÍ og B36 á skránni.
Finalan var rættuliga jøvn og spennandi, og til tíðir var hon eisini rættuliga vælspæld. Tað var tó heimaliðið KÍ, sum gjørdist vinnari av kappingini, tí teir vunnu finaluna 1-0. Málið skeyt sterki verjuleikarin Ove Nysted í seinna hálvleiki.
Tað er kanska eitt sindur tíðliga at gera sær nakrar niðurstøður út frá eini slíkari kapping, men tað skerst ikki burtur, at serliga KÍ tykist verða rættuliga væl fyri í ár. Liðið hevur fingið styrk frammalaga á vøllinum, og tað hevur munað væl.
Hjá HB kann tað eisini vísa seg, at luttøkan í kappingini gjørdist kostnaðarmikil, tí leikandi venjarin, Heine Fernandez, noyddist leygardagin í dystinum móti KÍ av vølli við skaða í knænum, og tað tóktist verða talan um ein heldur álvarsligan skaða.