Heimaliðið vann drama í Rom

AS Roma legði út sum eitt ódnarveður í fyrru Champions League-kvartfinaluni í kvøld, har sannur ruðuleiki valdaði. AS Roma lá langt frammi á vøllinum, og hetta gav United-verjuni trupulleikar. Roma vóru fleiri ferðir tætt við at leggja seg á odda, men inn fingu teir bóltin ikki.

 

Eftir hálvan tíma fekk Paul Scholes sítt annað gula kort, og varð rikin av vølli. Hetta gjørdi ilt verri hjá United, sum komu enn meira undir trýst. Hetta gav eisini úrslit hjá heimaliðnum tveir minuttir undan steðginum, tá ið eitt skjótt tikið horna endaði fyri fótinum á Taddei, sum kundi skora til hálvleiksstøðuna, 1-0.

 

Í øðrum hálvleiki sat heimaliðið framvegis á dystinum, men United vísti seg at vera farligir við sínum mótálopum. Hetta vápnið endaði eisini við máli. Eitt væl uppspælt álop, sum varð byrjað frá Ronaldo, endaði hjá Wayne Rooney, sum hegnisliga vendi alt á høvdið, 1-1 í Rom. Úrslitið hevði kanska verið ov gott til United, og hetta var Vucinic púra einigur í. Hann setti ein returbólt í netið, sum Mancini hevði skotið ímóti Van Der Sar, sum bert fekk sligið bóltin í føturnir á sigursharranum, Vucinic.

 

Í hálvleikinum valdaði sannur ruðuleiki millum italska løgreglu og enskar fjepparar. Fjeppararnir hjá feløgunum báðum dámdi væl at kasta ting eftir hvørjum øðrum, og hetta fekk óskiljandi løgreglumennirnir at leggja á ensku viðhaldsfólkini. Myndir vístu ósekir, tilkomnir menn smella bløðandi niður á knæ, eftir at hava fingið eitt hart slag við knipli italsku løgrelumonnunum.