Ta_ er vent upp og ni_ur í fótbóltinum á Ei_i og á Toftum. EB/Streymur hevur undanfarnu árini veri_ millum evnini til ni_urflyting, og B68 hevur veri_ millum hei_ursmerkja kandidatarnar. Nú er B68 isolera_ á tíggjunda og aftasta plássinum, me_an EB/Streymur tykist vera á veg ímóti uppaftur betri endastø_u enn henni, sum teir rukku í fjør. Tá vór_u teir nummar seks. Í løtuni eru teir millum evnini at vinna hei_ursmerki.
Eydnan klistrar seg sjáldan til tann, sum ta_ gongst illa hjá. Solei_is plagar ta_ at ver_a tiki_ til, og gongdin í høgættar illve_rinum á Mølini seinnapartin sunnudagin var enn ein áminning um hendaveruleikan.
B68 kom á odda, tá i_ seinna umfari_ var tíggju minuttir gamalt. Eftir horna og út frá smekka_i mi_vallarin Ey_stein Skipanes til, og bólturin smeyg sær millum allar í brotsteiginum og í máli_ aftanfyri Gunnar á Steig.
Inntil tá hev_i ta_ leikliga veri_ tætt og gingi_ bá_ar vegir. Toftamenn tóktust hava gó_an hugbur_ og stríddust fyri lívinum, og heimali_i_ var mi_víst og dúva_i upp á skjót gjøgnumbrot hjá vandamiklu monnunum í fremstu rø_.
Einki mál kom undan ste_ginum. B68 hev_i lítla yvirvág fyrra partin av fyrra umfarinum, og Sorin Anghel og Sonni L. Petersen vóru stø_ugt vandamiklir í hinum endanum. Tá i_ ta_ resta_u fimm minuttir var_ bólturin eftir uppspæl í høgru sendur í tværtræi_ aftanfyri B68 málverjan, Jacek Przybylski, men ta_ spurdist ikki meiri burturúr, og ta_ kom væl vi_ hjá spælarunum, tá i_ Lassin Isaksen bríksla_i fyri hálvleiksste_gi og harvi_ høvinum at heita sær eitt sindur og hvíld undan høgættini, sum stó_ rættuliga hvøss inn á Mølina vi_ avfalli og nógvum runi í sjónum.
Sigursmáli_ í sí_stu løtu
Tá i_ B68 hev_i lagt seg framum, gjørdist tr_sti_ ímóti B68 verjuni stø_ugt størri. Ta_ var neyvan ætlanin hjá toftamonnum, at teir skuldu leggja seg av verja tepru lei_sluna, men heldur var ta_ heimali_i_, sum flutti fólki_ eitt vet longri fram, og sum alt títtari var gestur í B68 brotsteiginum.
EB/Streymur spældi seg til einstakar hálvar og eitt sindur meiri enn so málmøguleikar, men ta_ var sjálvmál hjáB68 mi_skei_is í 2. hálvleiki, sum var orsøkin til útjavningina. Eftir innlegg úr høgru stríddust Sorin Anghel og B68 mi_vallarin Mikkjal Thomassen í luftini, og ta_ var B68 mi_vallarin, sum var so óheppin vi_ høvdinum at st_ra bóltinum í sítt egna mál, tá i_ hann ægla_i at beina honum út til horna.
Sí_stu løtuna gekk ta_ javnt á. Bæ_i li_ini høvdu hug at søkja at, uttan at møguleikarnir, sum spurdust burturúr, vóru serliga vandamiklir. Alt bendi á eitt stig í part, men so var ta_, at EB/Streymur í yvirtí_ini fekk sigursmáli_. Innleggi_ úr høgru tóktist ikki serliga vandamiki_, men fyri at vera heilt vísur, so leg_i By68 málverjin seg á li_ina, tá i_ hann skuldi ste_ga og taka bóltin. Men ólukkutí_ fyri hann og illa sperdu li_felagarnar, so støkk bólturin frá málverjanum. Skjóti og altí_ grammi Sonni L. Petersen, sum so at siga hvørja fer_ fær fulla spælití_ á Ei_i, var framvi_, og hann pota_i bóltin framvi_ liggjandi málverjanum og í máli_.
Heimamenninir vóru ovurfegnir. Tr_ stig vóru komin á kontina, og nú eru teir á veg fram ímóti hei_ursmerkjaplássi. Gestirnir stó_u sum kánus. Alt hev_i bent á, at teir fyri a_ru fer_ innan tvær vikur skuldu fáa javnleik á útivølli, men nú høvdu teir mist alt, og í avgerandi stø_unum høvdu teir hjálpt mótstø_umonnunum rættuliga væl.
EB/Streymur-B68 2-1 (0-0)
0-1: Ey_stein Skipanes 54.
1-1: Sjálvmál 66.
2-1: Sonni L. Petersen 90.
Dómari: Lassin Isaksen
EB/Streymur: Gunnar á Steig - Carl H.Høgnesen, Fró_i Clementsen, Knút Vesturtún, Esmar Ei_isgar_ (Gert Hansen, 78.) - Bár_ur Olsen (Hallur Jacobsen, 72.), Nicu Dogaru (Jákup Martin Joensen, 65.), Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen - Sorin Anghel, Sonni L. Petersen
Gult kort: Jákup Martin Joensen
B68: Jacek Przybylski - Alex Troleis, Oleif Joensen, Kári Sigvardsen, John Heri Dam - Jóhan Petur Poulsen (Herbert í Lon Jacobsen, 73.), Mikkjal Thomassen (Ronnie Svalbard, 86.), Ey_stein Skipanes, Øssur Jacobsen - Øssur Hansen - Kristian Anton Andreassen (Stanislav Stankov, 64.)
Gult kort: Oleif Joensen