Heimaliðið pyntaði um

Meistararnir í HB eru oddalið eftir fyrsta umfarið í Formula deildini. Í kvøld vann HB 5-2 á Skála. Avrikið hjá meistarunum var ógvuliga sannførandi.

Hálvan minutt undan leikloki minkaði Bogi Gregersen um munin. HB málverin, Marcin David, átti sín stóra lut í málinum, tá ið hann metti skeivt, hvussu bólturin fór at stikla á vøllinum.

Rógvi Jacobsen skoraði tvey av HB málunum, og hini skoraðu Rasmus Nolsøe, Christian Høgni Jacobsen og Páll M. Joensen. Bogi Gregersen skoraði bæði Skála málini.