Fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið ganga við fullari ferð. Í kvøld hevur KÍ vitjað í Streymnesi, har EB/Streymur vann 2-1 (1-1), eftir at Kristoffur Jacobsen hevði lagt KÍ á odda. Málini hjá heimaliðnum skoraðu John Heri Dam og Arnbjørn Hansen. Fótbóltslíkindini vóru hampuliga góð, og fótbóltsspælið var av góðari leið, verður sagt úr Sundalagnum.
EB/Streymur fer at vitja í Klaksvík leygardagin. So fæst at síggja, hvussu líkindini verða. Í kvøld er tað framvegis nógvur kavi á fótbóltsvøllinum í Klaksvík.
Umframt hesi bæði liðini skulu havnarfeløgini B36 og HB luttaka í Klaksvíks kappingini, sum verður annað vikuskifti.