Heimaliðið kiksaði á Dungasandi

07 Vestur megnaði ikki at liva upp til tað, sum varð roknað við, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi vitjaðu á Dungasandi í Sørvági. Úrslitið var málleysur javnleikur.

TB vann sannførandi 6-2 heimasigur ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, sum seinnapartin av 2. hálvleiki vóru undirmannaðir. Sigurin ber við sær, at TB nú er einsamalt oddalið.

Eingin ivi var, tá ið teir næstbestu hjá HB vunnu 4-1 í grannauppgerðini í Gundadali ímóti FC Hoyvík, sum helt tørn í ein stóran hálvan tíma, áðrenn tað skrædnaði.

Teir næstbestu hjá EB/Streymi smurdu teir næstbestu hjá AB av 6-0. Millum málskjúttarnar hjá EB/Streymi var Bjarni Jørgensen, sum leingi hevur verið skaddur. Brian Olsen, sum eisini hevur verið uttanfyri leingi orsaka av skaða, var á EB/Streyma miðvøllinum í ein tíma.

Tað gekk akkurát hjá KÍ, sum á heimavølli vann 2-1 ímóti teimum næstbestu hjá B68, sum framvegis eiga fyrsta sigurin til góðar.

Minuttin undan steðginum sá ein av heimamonnunum reytt, og tað var ikki fyrrenn seks minuttir undan leikloki, at KÍ skoraði sigursmálið.

 

9. umfar

TB-NSÍ 6-2 (2-1)

1-0: Hanus Mortensen 1.

1-1: Monrad Jacobsen 3.

2-1: Dan Mortensen 12.

3-1: Joseph Bassene 48.

4-1: Aron Sørensen 60.

4-2: Árni Frederiksberg 68.

5-2: Rógvi Joensen 83.

6-2: Joseph Bassene 90.

Reytt kort: Magnus Sørensen, NSÍ, 65.

 

KÍ-B68 2-1 (1-1)

1-0: Steffan Kalsø

1-1: Johnleif Højgaard

2-1: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 86.

Reytt kort: Kristian Andreasen, KÍ, 44. (2 gul), Ivan Joensen, KÍ, 90.

 

HB-FC Hoyvík 4-1 (2-0)

1-0: Bárður Mortansson 34.

2-0: Bárður Mortansson 43.

2-1: Jón Nielsen br 58.

3-1: Jóhan Ejvind R. Mouritsen 66.

4-1: Kristian Eli Zachariassen 90.

 

EB/Streymur-AB 6-0 (5-0)

1-0: Bjarni Jørgensen 8.

2-0: Esmar Eiðisgarð 23.

3-0: Arnar Dam 26.

4-0: Niels Fríðheim 28.

5-0: Arnar Dam 39.

6-0: Teitur Joensen 51.

 

07 Vestur-Víkingur 0-0

 

Støðan

TB 22

07 Vestur 20

HB 19

KÍ 17

EB/Streymur 15

Víkingur 11

FC Hoyvík 7

NSÍ 7

AB 7

B68 2

TB og HB hava spælt 10 dystir, og hini liðini hava spælt 9 dystir.

 

10. umfar

5. juni

KÍ-FCHoyvík

6. juni

EB/Streymur-HB

B68-Víkingur

AB-TB

NSÍ-07Vestur