Ein ung heimahjálp í Keypmannahavn er fongslað fyri at hava stolið 830.000 krónur frá einari 80 ára gamlari, sum hon var heimahjálp hjá. Ein 26 ára gomul heimahjálp er fongslað fyri at stjala 830.000 krónur frá einari gamlari kvinnu í Valby í Keypmannahavn.
Í grundlógaravhoyring fyrrapartin í dag, sum var fyri afturlatnum hurðum, halda donsk bløð seg vita, at kvinnan er sloppin inn í íbúðina við einum lykli, sum hon hevði fingið gjøgnum arbeiði sítt. Hon er farin avstað við einum pengaskápi við smykkum og pengum í ymsum valuta.
80 ára gamla kvinnan svav, meðan tjóvaríið fór fram, men eitt vakmyndatól í uppganginum fangaði kvinnuna, bæði tá hon kom og tá hon fór.
Uppkláringararbeiðið gekk ikki væl, men tá myndirnar av kvinnuni vóru vístar bar betur til. Tað var 17. oktober í fjør at kvinnan fór inn í íbúðina klokkan 23.50 og fór avstað aftur klokkan 00.27 við pengaskápinum í favninum.
Í grundlógaravhoyringini í morgun játtaði kvinnan seg seka, og løgreglan kannar nú, um onnur vóru íblandað í stuldurin.