Í dag skipaði Vága kommuna fyri hátíðarhaldi í samband við, at Eydna Johansen í Sandavági hevur starvast sum heimahjálp í 25 ár.
Og 25 ár er ikki 25 dagar, men ein fjórðingsøld.
Hetta er long tíð í einum og sama starvi, og her kunnu vit siga, at Eydna Johansen hevur vígt ein stóran part av sínum arbeiðslívi til tey gomlu og óhjálpnu.
Á heimasíðuni hjá Vága kommunu verður ynskt Eydnu Johansen hjartaliga tillukku við degnum, samstundis sum henni verður takkað fyri trúgva tænastu.