Heimahjálp í Føroyum: Yvir 6000 tímar til umsiting

Hví skulu fólk koma heilt úr Klaksvík til Suðuroy at kanna fólk fyri at vita um tey hava rætt til heimahjálp?

Tað vil Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hava at vita frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu.

Hon spyr, hví tað bara ein ein ávís nevnd, sum ferðast kring alt landið at kanna eldri fólk at vita um tey hava rætt til heimahjálp.

Tað ber í sær, at søkir eitt fólk í Suðuroy um heimahjálp, kann tað henda, at tað koma fólk heilt úr Klaksvík til Suðuroy at kanna eftir, um viðkomandi hevur rætt til heimahjálp.

Sirið Stenberg vísir á, at tað ber í sær, at fólk skulu hava løn í 14-15 tímar til ferðing, og kanska eisini gisting, fyri at kanna eitt gamalt fólk í ein tíma.

Bæði hon, og onnur tingfólk, halda, at hetta er at søpla almennar pengar burtur ístaðin fyri at lata fakfólk á staðnum avgerða, hvør hevur rætt til heimahjálp.

Hendan skipanin við eini felags nevnd, sum ferðast runt at kanna tey, sum søkja um heimahjálp, kostar 1,8 millión krónur um árið.

Sirið Stenberg sigur, at varð hendan upphæddin brúkt til heimahjálp ístaðin, svarar hetta til yvir 6000 tímar í heimahjálp um árið.

Samstundis vísir hon á, at tað er ávíst, at heimahjálpin hevur ikki nóg høga játtan til at veita tað hjálp, sum hon av røttum átti at veita.

Annika Olsen sigur, at hendan skipanin varð sett í verk fyri at tryggja eina einstáttaða skipan og at tryggja, at vina og kenningapolitikkur ikki skuldi hava ávirkan á, hvør fær heimahjálp.

Hon hevur eisini ta fatan, at skipanin virkar væl.

Sirið Stenberg heldur, at tað er stórt misálit at vísa á lokal fakfólk, at halda, at tey ikki eru før fyri at avgera, hvør hevur rætt til heimahjálp.