Oyggjaleikir: Fólk á Bermuda eru sum flestu aðrir oyggjabúgvar, blíð og fyrikomandi. Ein frálík tænasta, sum er á oyggjaleikunum eru shuttlebussarnir, sum koyra tvær ferðir hvønn tíma, har ein verður koyrdir til allar leikvallirnar og hallirnar, har kappast verður. Á hesari kykmyndini sæst og hoyrist ein lítil stemningur frá einum shuttlebussi á Bermuda: http://www.youtube.com/watch?v=2T14OERuHxw&feature=youtu.be
Við leikvøllin ber eisini til at fáa væl smakkandi, heimagjørda lemonadu. Vit fingu eitt lítið prát við lemonadumeistaran, meðan hann gjørdi ein góðan lemonadudrykk. Tað sæst og hoyrist á hesari leinkjuni: http://www.youtube.com/watch?v=lnJSnLscBUc&feature=youtu.be