1 dl av graskarkjarnum
1 dl av havragrýni
1 dl av sólsikkukjarnum
1 dl av hørfrøi
1,5 dl av fuldkorns hveitimjøli
2 dl av hveitimjøli
1 tsk av bakipulvuri
1 dl av olju
¾ -1 dl av vatni
Alt tilfarið verður elt saman. Deiggið verður lagt millum tvey ørk av bakipappíri (fyri at tað skal verða lættari at rulla út) og rulla út til umleið 0,4 cm tjúkt. Bakipappírið, ið deiggið liggur á verður lagt á eina bakiplátu, og tað ovara bakipappírið verður tikið av. Sker deiggið til fýrakantar á umleið 7 x 4 cm, soleiðis at tað er lætt at bróta sundur til knekkbreyð, tá tað er bakað.
Bakast á 200 stigum í 15-20 minuttir, til knekkbreyðini eru ljósabrún. Brót knekkbreyðini sundur í stykkir.
Uppskrift: Rannvá Djurholm










