Í ár hevur Peturbjørg leigað seg inn í hølini, sum eru næst frisør Sax & Føn uppi við ljóskurvarnar á Jóannesar Paturssonar gøtu í Havn. Hetta er aðru ferð at Peturbjørg sjálv selur heimgjørd páskaregg. Fyrr plagdi hon at selja tey í kiosk Activ.
Peturbjørg sigur, at hon bílegði sjokolátuna til eggini úr Belgia beint undan jólum, og at hon fór undir at stoypa skeljarnar um nýggjársmundið. Fyri eini tveimum vikum síðani fór hon undir at fylla og pynta skerljarnar, og balla tær inn í litfagurt silvurpappír og í sellofan. Og nú er handilin fyltur frá gólv til loft við prýddum páskareggum, páskapynti, krukkum, kurvum og skálum við konfekt og góðgæti.
Og Peturbjørg greiðir frá, at sum nakað nýtt, ber nú eisini til fáa eitt egg fylt eftir egnum ynski í handlinum, og hon vísir á íløtini og skálirnar, sum er á tremur við belgiskari konfekt, smáum litføgrum páskareggum og karamellum.
- Tey flestu vilja hava egg við ljósari sjokolátu, og tey miðalstóru fyri einar 150 krónur selja best, sigur Peturbjørg, sum bæði selur egg til tann forelskaða mannin, til ommubarnið og til fyritøkuna, sum vil forkela starvsfólkini. Fyri ikki at gloyma risaeggið, sum stendur aftanfyri diskin og kostar 1600 krónur. Og tað er selt!
- Í hesum egginum eru hálvtfjórða kilo av sjokolátu, og tað er fylt við øllum sløgunum av góðgæti, sum vit selja, sigur Peturbjørg, sum eisini heldur, at munur er á, um eggið er til børn ella vaksin. Sostatt eru eggini til børn ofta fylt við gummibommum, lakres og karamellum, meðan teimum tilkomnu líkar best, at eggini eru fylt við konfekt, marsjipan og tílíkum.
Spurd, um hon kann liva av at selja heimagjørd páskaregg, sigur hon, at tað loysir seg als ikki. Av tí, at hon ger alt sjálv, hevði hon eiheldur kunna liva upp til eftirspurningin, um so var, at allar Føroyar skuldu havt heimagjørd páskaregg. Tó selur hon til nøkur støð í Føroyum, eitt nú til Klaksvíkar.