Heimagangandi húsmóðir á Húsum

Húsar: - Nei, eg haldi ikki, at eg havi mist nakað sum helst við at ganga heima hjá børnunum. Tað eru sjálvandi dagar, har tað ikki er líka stuttligt at ganga heima við hús. Men eg hevði ikki kunnað hugsað mær nakað annað, sigur 28 ára gamla, Jona í Lon sum er mamma at trimum børnum

Kaffiroykurin merkist longu í gongini í húsunum hjá Jonu og manni hennara, Eystan í Lon.

Hon er júst afturkomin úr Klaksvík, har hon hevur gjørt ymisk ørindi, samstundis sum skúlabørnini vóru hjá heilsusystrini.

Koppar og tallerkar og ein góð kaka standa á borðinum. Dekkað er snøgt sagt upp til eitt áhugavert prát, um tað at vera heimagangandi húsmóðir á bygd.

Maðurin arbeiðir í Klaksvík, meðan Jona hevur sjálv valt at vera heima hjá børnunum í hugnaliga heiminum á Húsum.

- Ja, báturin siglir soleiðis, at eg kundi saktans arbeitt í Klaksvík, um eg ynskti tað. Men vit hava ein son við ADHD, og tí eri eg heima hjá honum og hinum báðum børnunum sum eru 3 og 6 ár, sigur Jona.

Henni dámar væl at ganga heima, men viðgongur tó, at tað eru dagar har hon gerst rættiliga fíntfølandi og kanska fær eitt herðindi av reinligheitsvanvidi.

- Men eg fyritrekki kortini at vera heima við hús, soleiðis at onkur altíð er her, tá tey koma inn. Ja, tá eg skal siga sum er, so havi eg altíð dámað tað at kunna vera heima hjá børnunum, slær hon fast.

Eingin skipað dagrøkt er í kommununi, men skal hon okkurt ørindi, kann hon bara spyrja onkra av hinum heimagangandi húsmøðrunum á Húsum.

Tær eru í somu støðu sum hon.


8 ár

Jona í Lon er sjálv ikki ættað av Húsum, men er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Men foreldur hennara vóru hiðani.

Umstøðurnar skuldu kortini laga seg soleiðis, at hon búsettist í hesi vøkru og hugnaligu bygdini á Kalsoynni.

28 ára gamla kvinnan var rættiliga ung, tá tey fingu sítt fyrsta barn - í roynd og veru ikki meiri enn 16. Aftaná at tey bæði giftust, fekk maðurin arbeiði á eini smoltstøð sum varð bygd millum Húsar og Syðradal.

Fyri at lætta um hjá teimum í tí dagliga, tóku tey rætt og slætt bara avgerð um at flyta til Húsar sum eina roynd, væl at merkja.

- Men eg veit ikki. Vit hava búð her síðani tá - og tað eru longu átta ár síðani, sigur Jona við einum brosi.

Tað var kortini ikki til eitt ókent stað, at Jona flutti. Sum barn hevði hon ofta verið og ferðast herúti, og tá hon haraftrat hevði arvað eini hús frá ommuni, var ikki ringt at taka ta endaligu avgerðina.

- Tja, vit flutta bara inn í hesi húsini, og hava síðani gjørt ymiskt við tey.


Uppfinnsom

Tað er sjálvandi ein stórur munur á einum stórbýi sum Klaksvík og á eini lítlari bygd á útoyggj.

Spyrt tú Jonu og hinar møðurnar á Húsum, er neyvan nakar ivi um, at tær kunnu taka undir við henni:

- Eg haldi, at tað er sera gott fyri børnini at búgva herúti. Her er frítt hjá teimum at vera, og tey kunnu spæla uttandura sum tey vilja, slær Jona fast.

Húsar er ein lítil bygd, men hetta forðar kortini ikki uppfinnsomum fólkum at skipa fyri ymiskum tiltøkum.

Fyri børnini er rættiliga nógv á skránni gjøgnum vikuna. Skúlabørnini eru ein dag um vikuna og svimja í Klaksvík. Annars eru KFUM-skótar í bygdini, barnadansur og ein lítil vøllur er mitt í bygdini. Eitt vikuskifti herfyri var so at siga øll bygdin savnað til vikuskiftislegu á Selatrað.

- Og jú, sjálvandi hittast vit, konurnar eisini til bindiklubbar. So tú skilir, at samanhaldið er gott okkara millum, sigur Jona, og manar samstundis alt tosið um bygdaklandur í jørðina.


Eingin handil

Tað eru sjálvandi nógvir fyrimunir við at búgva í eini so lítlari bygd. Men vansar eru eisini við at búgva á útoyggj.

- Ein stórur vansi er, at her er so fá arbeiðspláss, vísir Jona á.

Ein onnur tænasta, sum fólk í stórbýum neyvan hugsa stórvegis um, er møguleikin at fara til handils, tá ein vil. Soleiðis er ikki á Húsum í dag.

Eitt skifti var ein handil í bygdini, men nú er nakað síðani at hann lat aftur. Men fyri Jonu er hetta ikki nakar trupulleiki sum so.

- Tað er skjótt at sigla av Syðradali til Klaksvíkar, so eg haldi ikki at tað ger nakað serligt. Tey flestu eru í Klaksvík av og á, og um ikki annað, so kann ein bara læna frá onkrum øðrum, um ein stendur og manglar okkurt.

- Eg havi lært meg at keypa ordiliga inn, og at proviantera so mikið, at ein altíð eigur tilfar inni, t.d. um ein kaka skal bakast. Nei, eg hugsi ikki so nógv um, at vit ongan handil hava her, sigur Jona í Lon.



4 undir

Aðrastaðni í blaðnum verður tosað um skúlan á Húsum og framtíðina hjá hesi lítlu bygdini á eini av útoyggjum okkara.

Ein veruleiki er, at ein rættiliga stórur partur av børnunum eru í og undir skúlaaldur. Veruleikin er, at tað eru sjey børn í bygdarskúlanum og fýra børn undir skúlaaldur. Av tveimum eiga Jona í Lon og maðurin tvey teirra.

Rákið í dag gongur ímóti størri skúlaeindum, og at niðurleggja teir smærru. Í Kalsoynni eru tveir bygdaskúlar - á Húsum og í Mikladali. Og her bendir mangt á, at annar skúlin má lata aftur.

Fyri mong á Kalsoynni er tað ein spurningur, um ein ikki átti at havt henda eina skúlan liggjandi á Syðradali, har ferjulegan er.

- Haðani frá er í øllum førum ikki ov langt at flyta lærararnar millum, vísir Jona á.