Minst 121 amerikanskir hermenn, sum hava gjørt herðtænastu í Irak og Afghanistan hava framt morð í USA, eftir, at teir eru heimafturkomnir. Tað skrivar New York Times. Tey flestu offrini hava verið familjulimir ella góðir kenningar. Yngsta offrið var ein tvey ára gomul genta, ið var myrd av 20 ára gamla pápa sínum, sum júst var afturkomin úr Irak. Umframt morðini, eru eisini fleiri krígsveteranar, ið hava verið orsøk til ferðsluvanlukkur, eftir at hava koyrt fullir. Eingin viðmerking er komin úr amerikanksa verjumálaráðnum.