Heimaftur við gulli og silvuri

Mánadagin kemur føroyska liðið heimaftur av Special Olympics World Summer Games 2003. Tey 10 ítróttarfólkini koma ikki tómhent heimaftur, men hava gjørt Føroyum heiður við at vinna bæði gull og silvur. Tað ætla ÍSB og Javni ikki skal fara stillisliga aftur við borðinum, men skipa fyri móttøku, bæði á flogvøllinum og í ÍSB-húsinum

Í skrivandi løtu er ikki greitt, hvussu endaliga úrslitið hjá teimum 10 ítróttarfólkunum verður, sum hava verið við á Special Olympics<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ leikunum<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ í Írlandi.
          Men ikki koma tey heimaftur sum av torvheiðum, tí Durita Strøm hevur vunnið tvey gullheiðursmerki í svimjing, og Unn og Júst hava vunnið silvur í borðtennis.
          OL-liðið kemur heimaftur mánadagin seinnapartin við flogfarinum og lenda í Vágunum um fýratíðina. 
          Tá fara foreldur og avvarðandi, ÍSB og Javni at skipa fyri móttøku við fløggum og bannarum. Eisisni fara tey at syngja, ?We are the champions?.
          Síðani verður farið til Havnar við bussi,. Á Farstøðini verða tey heintaði og koyrd niðan í ÍSB- húsið,  har M?as Blues Band og Ælabogin fara at spæla og syngja saman við avvarðandi.
Ein sangur er yrktur til heimkomuna. Egga frá ÍSB fer at halda røðu, og  rósur verða handaðar liðnum. Eisini verður smyrjibreyð og cider at fáa, siga fyriskipararnir og bjóða øllum at verða hjartaliga vælkomin til hesa stóru løtu.