Heimaftur sleppur tú ikki altíð

Veður má sær ráða. Einki flogfar lendi á flogvøllinum í Vágum í gjár orsakað av mjørka, og í dag skulu heili 25 flogtúrar avgreiðast fyri at fáa flogferðsluna í rætt lag aftur.

Trý flogfør hjá Atlantic Airways fóru úr Vágum í gjár, og einki kom aftur. Samstundis sum flogfarið hjá Faroe Jet ongantíð kom til Føroya í gjár. Tískil standa fleiri hundrað fólk og bíða eftir at sleppa á flog á flogvøllinum í Vágum.
 
Flogførini hjá Atlantic hava í nátt verið í Íslandi og í Norra, meðan flogfarið hjá Faroe Jet hevur verið í Danmark:
 
- Sera nógv fólk standa og bíða á flogvøllinum, og tað fer í øllum førum at taka allan dagin at fáa flogferðsluna í rætt lag aftur. Um veðrið heldur sær, er ætlanin, at ferðslan skal koma í fasta legu aftur í morgin árini. Heili 23 flogtúrar skulu avgreiðast hjá okkum í dag, segði Birita á Løgmansbø, sum starvast hjá Atlantic Airways, tá vit fingu orðið á hana fyrrapartin.
 
Meðan Atlantic Airways hevur skund, sleppur Faroe Jet heldur lættari hesaferð:
- Vit mistu bert tveir túrar í gjár. Í dag hava vit aftur tveir flogtúrar á skránni, men vit hava lagt teir báðar saman, so vit halda tíðirnar í dag, siga tey á skrivstovuni hjá Faroe Jet.
 
Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur, at juli er tiltikin fyri mjørka:
- Eina ferð bíðaði eg heili 14 dagar í Danmark, áðrenn flogfarið megnaði at lenda fyri mjørka. Nú ferðist eg altíð bara við skipi, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur.