Heimafriður við áheitan um jólafrið

Nú fáir dagar eru eftir til jóla, heitir Heimafriður á kommunur og reiðarí um at skipa so fyri, at jólafriður verður á jólum.

 

Tíverri eru tað fleiri, sum stúra fyri jóladøgunum. Í fjør og undanfarin ár hevur verið so nógvur gangur frá skipum í ávísum havnum, at fólk ikki hava fingið heimafrið á jólum.

 

Undanfarin ár hava summi verið so sperd av ganginum, at tey hava verið noydd at flýggja úr egnum heimi um høgtíðina.

 

Felagið heitir aftur í ár staðiliga á at finna loysnir, ið tryggja fólki jólafrið.