Heimafriður savnar inn undirskriftir

Nú ein mánaður er eftir, til felagið Heimafriður hevur eitt ára stovningardag, heitir felagið á fólk um at skriva undir eina áheitan til kommunu- og landsmyndugleikar.

Við yvirskriftini, ‘Heimafrið frá órógvandi gangi og royki frá skipum, heitir felagið Heimafriður á fólk um at hjálpa til við at skriva undir eina áheitan til myndugleikarnar.

Felagið Heimafriður varð stovnað 10. desember í fjør. Felagði hevur verið sera virkið og nógv er gjørt hetta árið fyri at varpa ljós á trupulleikan við gangi frá skipum.  Tó vantar nógv í, tí framvegis verða fólk í Føroyum púra óneyðugt plágað av gangi frá skipum.

Heimafriður hevur á fleiri fundum við kommunur og landsmyndugleikar víst á loysnir. Tað finnast loysnir, men vilji skal til fyri at fremja loysnirnar.

Undirskriftin er soljóðandi: “Við hesari undirskrift heita vit í felag á kommunal- og landsmyndugleikar, um at finna loysnir, sum tryggja fólki Heimafrið frá gangi frá skipum. Eisini heita vit á myndugleikarnar, um at finna loysnir, sum minka mest møguligt um gangin, meðan bíðað verður eftir varandi loynsunum.”

Hjálp felagnum við at skriva undir her