Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum byrjar nú aftur eftir summarsteðgin. Byrjað verður aftur í Tórshavn hósdagin 6. september klokkan 20.00.
Tá bjóðar Frelsunarherurin øllum til eina hugnaløtu saman við nýggju leiðarunum fyri Vág og Tórshavn. Teir eru Majorarnir Elisabeth og Sámal Jákup Joensen, og tey fara at syngja og at hava andakt.
Slagorðið hjá Heimaforbundinum er ?Kristus inn í hvørt heim?.
Heimaforbundið er ein kvinnufelagsskapur hjá Frelsunarherinum. Forbundið fór undir virki sítt í Føroyum í 1930, og tað virkar í dag í Vági og í Tórshavn.










