Fiskifloti
Greiningin hjá Rasmussen & Weihe yvir gongdina hjá fiskiskipaflotanum, sum varð løgd fram á fundi í gjár, vísir í stuttum, at heimaflotin gongur illa, meðan skipini, sum standa fyri teimum frægu tølunum, eru pelagisku skipini og flakatrolararnir.
Vísandi til frágreiðingina hjá Rasmussen & Weihe fara vit á hesi síðuni í stuttum at lýsa gongdina hjá ymisku skipabólkunum.
Pelagisk skip
Hesi skip høvdu ikki serliga gott ár í 2004, men síðan hevur gingið framá, og serliga í 2006 høvdu pelagisku skipini stóra framgongd.
2007 royndist eins væl og 2006. Flotin er rímiliga væl konsolideraður og er sum heild væl fyri.
Miðalprísurin hjá pelagisku skipunum er
lækkaður nakað fyrstu níggju mánaðirnar í ár í mun til somu tíð í fjør, og tað er veiðivirðið eisini.
Við høga oljuprísinum í 2008 verður roknað við, at úrslitið hjá hesum skipabólki í 2008 verður lakari enn í fjør.
Rækjuskip
Rækjuflotin hevur havt nógv trupul ár á rað, og støðan hjá hesum partinum av flotanum er vánalig við árslok í 2007.
Í løtuni eru bert trý rækjuskip í vinnu. Tey eru Fríðborg, Havborg og Arctic Viking, sum annars hevði eitt hampiligt ár í 2007.
Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag (FF) er miðalprísurin fyri rækjurnar hjá hesum skipum hækkaður nakað í mun til somu tíð í fjør.
- Tað er tí nakað, sum bendir á, at gongdin hjá rækjuskipunum hevur verið betri í 2008 enn í 2007, siga Rasmussen & Weihe.
Verksmiðjuskip
Verksmiðjutrolararnir hava havt rímiliga góð ár, og flotin var rímiliga væl fyri við árslok í 2007. Raksturin hevur verið stabilt góður seinastu fimm árini, og vøkstur í prísi hevur uppvigað fallið í veiðinøgdini árini 2003 til 2007.
Tøl fyri árið í ár benda á, at veiðinøgdin er minkað nakað í 2008, og haraftrat er miðalprísurin fyri fiskavørurnar lækkaður.
- Tí er væntandi, at úrslitið hjá hesum skipum verður nakað lakari í ár.
Partrolarar
Fíggjarstøðan hjá partrolaraflotanum versnaði munandi í 2007, og bæði solvensur og gjaldføri vóru vánalig við árslok í fjør.
Veiðinøgdin fyrstu níggju mánaðirnar í ár er økt í mun til somu tíð í fjør, men skipatalið er eisini økt við einum pari í ár.
Miðalprísurin er lækkaður nakað higartil í ár, men við øktu veiðini er samlaða veiðivirðið eisini økt við 5% fyrstu níggju mánaðirnar í ár.
Oljuprísirnir vóru sera høgir fyrr í ár, men eru lækkaðir munandi seinastu tíðina.
- Roknast kann við, at vánaliga gongdin í 2007 heldur fram í ár. Hetta sæst eisini aftur við, at fleiri pør eru løgd, sigur felagið.
Lemmatrolarar
Fíggjarstøðan hjá lemmatrolarunum er ikki nøktandi, og gjaldførið er nógv versnað seinasta árið.
Í 2004 hevði hesin skipabólkur eina munandi afturgongd í rakstrinum í mun til árið fyri, og minking í veiðinøgd og miðalprísi hevur fyri árini 2005 til 2007 havt við sær, at úrslitið er vent til hall.
Tøl hjá FF vísa, at lemmatrolarar hava havt eina afturgongd í veiðinøgd fyrsti níggju mánaðirnar í ár, men miðalprísurin er hækkaður nakað. Tó er veiðivirðið samanlagt minkað við 18,9% higartil í ár í mun til somu mánaðir í fjør.
- Væntandi er, at raksturin hjá hesum skipum í 2008 verður munandi verri enn í 2007. Hetta sæst aftur við, at skip eru løgd í hesum árinum.
Línuskip
Árið 2003 var serstakliga gott hjá okkara línuskipum, men gongdin vendi í 2004. Samlaða úrslitið fyri 2005 er eitt hall á sama støði sum í 2004.
Í 2006 høvdu línuskipini samanlagt stórt hall.
Miðalprísurin fyri fiskin hækkaði árini 2005, 2006 og í 2007, men veiðinøgdin minkaði við 11% frá 2006 til 2007.
- Sambært tølum hjá FF hava línuskipini havt eina afturgongd í veiðinøgd fyrstu níggju mánaðirnar í ár upp á 8,5%. Haraftrat er miðalprísurin eisini lækkaður nakað. Tí er veiðivirðið í ár væl lægri enn sama tíðarskeið í fjør.
Rasmussen & Weihe meta, at úrslitið hjá línuskipunum helst verður verri í ár enn í fjør.
Garnaskip
Seinastu árini hjá garnaskipum hava ikki roynst væl, og ársúrslitini hava ligið beint yvir og undir 0 (null).
Miðalprísurin, sum hesi skip hava fingið fyri veiðina fyrstu níggju mánaðirnar í ár, er lækkaður munandi í mun til somu tíð í fjør. Hinvegin er veiðinøgdin økt við 21,7%
Rasmussen & Weihe meta, at ársúrslitið hjá garnaskipum verður lakari í ár enn í fjør









