Heimaflotin leiga nótaskip

- Gev heimaflotanum eini 50.000 til 60.000 tons av sild og makreli, og lat heimaflotan í felag fáa loyvi at leiga sær eitt ella tvey nótaskip inn at fiska teirra part av kvotuni.

Tað er boðskapurin frá Jákupi Mikkelsen, formanni í tingbólki Fólkafloksins, sum heldur at støðan við uppsjóvarfiskinum er somikið óvanlig, at neyðugt er at hugsa ótraditionelt.

- Eitt ella tvey nótaskip kundu fiska alla kvotuna hjá heimaflotanum, sum eftir hesum leisti slapp frá at leggja um til uppsjóvar-fiskiskap, samstundis sum heimaflotin fekk eitt gott fíggjarligt ískoyti burtur úr óvanliga stóru uppsjóvarkvotunum, sigur Jákup Mikkelsen.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, leggur upp til at geva trolarum í bólki-2 23.000 tons av makreli og 13.500 tons av sild, meðan línubátar, útróðrarbátar, garnaskip og skeljabátar fáa tilsamans 3200 tons av sild og makreli.

- Hetta er ov lítið, heldur Jákup Mikkelsen, sum mælir til at heimaflotin samanlagt fær tillutað millum 50.000 og 60.000 tons av silda- og makrelkvotu í ár.

Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum brýtur harvið við leistin hjá sínum egna landsstýrismanni.

Jákup Mikkelsen hevur seg hava loddað dýpið, bæði hjá samgongu- og andstøðutinglimum, fyri at fáa undirtøku fyri alternativa býtinum.

- Eg vóni at fáa forstáilsi fyri, at vit mugu hugsa alternativt fyri at bjarga heimaflotanum, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólki Fólkafloksins.

Hoyr samrøðu við Jákup Mikkelsen her: