Leygardagin varð tað endaliga staðfest, sum leingi hevur verið greitt. 07 Vestur flytir upp í bestu deildina, og vágaliðið ger tað við manér. Tvey umfør undan kappingarenda eru bæði uppflytingin og gullið komið til høldar.
Hetta er triðja ferðin, at 07 Vestur hevur vunnið næstbestu deildina og harvið uppflyting. Fyrru ferðirnar vóru í 2008 og í 2010. Báðu ferðirnar var steðgurin í fremstu røð eitt ár. At flyta millum næstbestu og bestu deildina hevur verið lagið, síðani teir har vesturi valdu at kasta saman.
Í 1994 flutti FS Vágar upp í bestu deildina, og 1995 var higartil besta árið í nýggjari tíð hjá vágamonnum. Tá endaði FS Vágar á sætta plássi í bestu deildini. Øll árini síðani hava FS Vágar og FS Vágar 2004 og síðani 07 Vestur ferðast ímillum tvær tær bestu deildirnar.
Tað var ikki fyrrenn í síðstu viku, at uppflytingin í hesum umfarinum varð veruleiki. Tí sigur tað seg sjálvt, at felagið ikki enn hevur almanna kunngjørt, hvørjar ætlanir eru at brynja seg til næsta kappingarár. Men liðformaðurin, toppskjúttin og mest royndi 07 Vestur spælarin, 31 ára gamli Tór-Ingar Akselsen, er ikki í iva, hvør vegur er tann besti at fara:
– Vit eiga fyrst og fremst at dúva upp á teir, sum eru uppvaksnir her vesturi. At hava nógvar fremmandar á liðnum hevur ikki víst seg at vera haldgóð loysn. Tað sigur seg eisini sjálvt, at áhugin millum teir ungu spælararnar og eisini viðhaldsfólkini verður størri, tá ið tað eru okkara egnu, sum spæla.
Men heldur tú, at tit eru nóg væl fyri at standa tykkum í bestu deildini við fólkinum, sum nú hevur vunnið 1. deild?
– Eg haldi, at vit hava eitt gott lið. Trupulleikin er, at hópurin ikki er so breiður. Ungu menninir fara at mennast uppaftur meiri, men ivaleyst verður neyðugt við onkrum einstøkum stuðli aðra staðni frá. Eitt nú er tað óvist, hvussu tað verður við málverjanum, greiðir Tór-Ingar Akselsen frá.
Einki at ivast í
07 Vestur hevur verið besta liðið í næstbestu deildini í ár. Tað siga tølini, og leygardagin var heldur eingin ivi. Á Svangaskarði vunnu vágamenn 4-1 á teimum næstbestu hjá B68.
Merkisvert var tað, at øll fýra 07 Vestur málini vórðu skorað upp á langskot, og at tað vóru veteranarnir á liðnum – Jovan Panic og Tór-Ingar Akselsen – sum skoraðu tvær ferðir í part. Tað tykist vera eitt sindur ymiskt, hvussu dómararnir skráseta mál. Tvey tey síðstu málini í hesum dystinum eru skrásett sum sjálvmál, tí bólturin tók í verjuspælara og broytti kós.
Framvegis spennandi
Tað er framvegis spenningur um, um tað verður AB ella Skála, sum skal flyta upp saman við 07 Vestur.
AB er á næstfremsta plássinum, og AB vann leygardagin 2-0 í Runavík. Hóast leikliga yvirvág, so var tað striltið í 1. hálvleiki, sum endaði málleysur. Tíðliga í 2. hálvleiki setti Leivur H. Joensen hol á við stútara eftir hornasparksinnlegg, og tá ið stórt korter var eftir, staðfesti Hørður M. Mohr AB sigurin.
Hjá Skála var eingin slingur í valsinum. B71 vitjaði á Skála leygardagin, og sandoyingar fóru suður aftur við 5-2 tapi.Stórt korter var farið, tá ið Ólavur Mikkelsen setti hol á við brotssparki, og so gekk tað skjótt. Tá ið teir fóru at hvíla seg, var støðan 3-0, og Skála var frammanfyri við fýra málum, áðrenn sandoyingar svaraðu aftur fyrru ferðina.
HB hevur við einstakum undantaki leingi verið sera sannførandi, og tað hevur borið liðið fram á fjórða plássið. Leygarkvøldið eydnaðist tað EB/Streymi á heimavølli at vinna eitt stig frá HB, sum var væl mannað og tvær ferðir var á odda. Úrslitið var 2-2.
Víkingur og KÍ stríðast um fimta plássið. Leygardagin vitjaði KÍ í Leirvík, har heimaliðið vann 3-0, og harvið er Víkingur á fimta plássi.
Tað resta tvey umfør, og tað er greitt, at NSÍ og B68 flyta niður.










