Heimabundin brúðarkjóli

- Hesin hevur fingið nógv uppmerksemi á Facebook. Kjólin, sum mamman bant til Esther Eliassen.

Tá Esther Eliassen í Fuglafirði varð gift herfyri, so var tað í einum bundum kjóla, sum mamma hennara hevur gjørt. 

 

Esther ætlaði upprunaliga at keypa sær ein brúðarkjóla, men tá ið mamman so byrjaði at binda kjólan, varð Esther seld. 

 

- Eg elski heimagjørd klæðir so tað gjørdi allan dagin serstakan, at mamma mín hevur bundið kjólar, sigur Esther Eliassen. 

 

Tað tók langa tíð at gera kjólan, men í síðsta enda eydnast at fáa hann lidnan. 

 

- Mamma var ikki nøgd við fyrsta kjólan hon gjørdi, so hon gjørdi hann umaftur. Tíbetur, sigur Esther Eliassen. 

 

Sí serstaka kjólan á myndunum her.