Sum nakað nýtt verður á Sjómannadegnum skipa fyri køkukapping.
Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at øll áhugað eru vælkomin at taka lut í kappingini, har ætlanin er at finna bestu heimabakaðu køkuna. Tá dómsnevndin hevur verið ígjøgnum vónandi nógvu køkurnar, verða besta og vakrasta kakan virðislønt.
Fyrireikararnir siga, at fólk, sum vilja taka lut í kappingini, skulu koma til stóra tjaldið við hesum áðrenn klokkan 10.30 leygardagin. Gjøgnum dagin verður talan soleiðis eisini um framsýning, har køkurnar verða sýndar teimum vitjandi.