Húsini fyllast av vælangandi og fjálgum anga av heimabakaðum breyði, og tú sparir fleiri túsund krónur um árið. Í nógvum føroyskum familjum eru breyðuppskriftir farnar í arv ígjøgnum fleiri ættarlið, men nógvar ungar barnafamiljur meta seg ikki hava tíð til at baka breyð hvønn dag.
Heima hjá Bjørg Djurhuus fáa tey heimabakað breyð hvønn dag. Uppskriftina hevur hon fingið frá langommuni, Fíu, og fyri Bjørg er tað púra náttúrligt at bakað breyð. Hon er triðja ættarlið í familjuni, sum matar familjuna við nýbakaðum breyði hvønn dag.
- Líka síðani vit settu búgv, hava vit bakað breyð sjálvi. Tó hevði tað ein heilt serligan týdning fyri okkum, tá ið vit í 1993 fluttu til Svøríkis at búgva. Har eru matvanarnir øðrvísi, har tey tvær heitar máltíðir um dagin og hava bert hvítt breyð. Tað dámdu okkum ikki, tí vit saknaðu at fáa ordiligt sunt breyð við góðari føðslu. So tá kom veruliga gongd á bakaríið her heima, greiðir Bjørg frá.
Fía omman var ein so serliga góður kokkur og hugsaði nógv um heilsugóðan kost. Bjørg minnist at hon bakaði breyð, stutt áðrenn hon doyði. Tá var hon farin at royna seg við at blanda bloyttar rugkjarnur í deiggið.
- Hetta havi eg eisini roynt, men tað dámar børnunum ikki. Tó eri eg farin at nýta vistfrøðiligt mjøl.Tað smakka børnini ikki, sigur snilda mamman.
Samstarv og samanhald
Tað er ikki bara mamman, omman og langomman hjá Bjørg, sum hava verið óførar at bakað. Eisini í familjuni hjá manninum eru tey von at baka breyð sjálvi.
- Vermóðir mín hevur eisini verið røsk at baka breyð. Og verður okkara súrdeiggj ov gamalt, so læna vit eitt sindur frá henni, greiði Bjørg frá.
Tá hon og maðurin fluttu heim aftur til Føroya, keypti vermamman teimum eina stóra lekra rørimaskinu, sum tey altíð brúka í dag, so sleppa tey undan tunga arbeiðnum at elta breyði.
- Í dag er tað verfaðir mín, Petur, sum bakar breyðini heima hjá teimum. Hann er 82 ár.
Breyðini eru so væl dámd, at tá stórar veitslur og føðingardagar eru í familjuni, eru breyðini eftirspurd, tí – sum Bjørg sigur – einki er betri enn okkara heimabakaða til føroyskt viðskera.
Bíligt og heilsugott
Bjørg og tey eru fimm fólk í húsi, børnini eru hálvvaksin vaksin. Og heimabakaðu breyðini eru vældámd, men metta eisini so væl, at tvey breyð eru nóg mikið.
- Vit frysta ikki breyðni, og liggur ein turrur endi eftir, fóðri eg fegin smáfuglarnir við honum, tí breyðini eru jú so bílig, sigur Bjørg.
Vistfrøðiliga tilfarið til hesi breyðini kosta henni 20 krónur. Sostatt kostar hvørt breyðið 10 krónur.
Tá hon bakar breyðini sjálv, veit Bjørg eisini júst, hvat er í. Hon kann geva familjuni breyð við góðari samvitsku, tí hon veit, at bara vistfrøðiligt og heilsugott tilfar er í.
- Tað eru so nógvar góðar grundir til at baka títt egna breyð, sigur Bjørg avgjørd.
- Breyðini smakkar betri, eru bíligari, hava meira føðslu. Tey halda sær eisini longri og fylla húsini við hugnaligum heimligum anga. Og so er tað sum við øllum øðrum, sum vit gera sjálvi: Vit vera meiri nøgd og sjálvbjargin sum menniskju av at skapa nakað og at síggja úrslit, sigur Bjørg Djurhuus at enda.
--
Fíu’sa breyð
2 rugbreyð
Tilfar
1½ l. av flógvum vatni
2-3 tk. av salti
súrdeiggj
1 kg. av rugmjøli
1 kg. av hveitimjøli
Koyr súrdeiggj og salt í flógva vatnið og rør runt. Elt síðani alt rugmjølið og 150 g. av hveitimjølinum í deiggið.
Tak nú súrdeiggj frá í somu mongd, sum varð koyrt í.
Restin av hveitimjølinum, uml. 850 g. verður nú koyrt í deiggið. Tá ið tað er elt væl, verður tað latið í tveir smurdar breyðformar, sum taka tríggjar litrar hvør.
Legg eitt klæði yvir breyðini og set tey at ganga á flógvum stað í 3-4 tímar.
Baka breyðini í heitum ovni í 175 stigum í 1½ tíma.
Tá ið breyðini eru bakað, verða tey løgd á síðuna á eina bakirist at kólna.
Lat súrdeiggið standa náttina yvir, áðrenn tú leggur lokið á og setir tað í kuldaskápið.
Við tíðini havi eg ment bakingarháttin. Onkuntíð koyri eg ein lítlan mola av geri í deiggi at fáa tað at ganga betri.
Eisini er gott at elta deiggið um kvøldið og seta tey út í hjallin at ganga til morgunin eftir, tá ið eg baki tey. Soleiðis ber eisini til at fáa nýbakað breyð tíðliga á degnum. Og nýbakað breyð er sjálvandi tað allarbesta.