Tað gongur væl í stríðnum hjá AB at endurvinna plássið í Formula deildini, sum argjamenn mistu í fjør.
Leygardagin vitjaði næstbesta liðið hjá B68 á Argjum, og hóast toftamenn stóðu seg væl, so eydnaðist tað AB av vinna 3-1.
Tað var spenningur í so at siga til síðsta bríksl, tí triðja málið, sum staðfesti sigurin, skoraði AB ikki fyrrenn í yvirtíðini. Niklas Poulsen, B68, hevði minkað um munin til 2-1, tá ið tjúgu minuttir vóru eftir.
AB var frammanfyri 1-0 eftir 1. hálvleik. Tummas Hans Rubeksen skoraði tvey mál fyri AB, og Høgni Joensen skoraði eitt.