Heima við hús er luftin tung og eitrað

Tað verður logið og stolið, sigur Angela Hentze, um lívið saman við 16 ára gamla soninum, sum er rúsevnismisnýtari

- Tað ber væl til at ung fólk fella í rúsevnismisnýtslu, uttan at foreldrini varnast nakað sum helst.

 Tað staðfesti Angela Hentze á almenna pallborðsfundinum mikukvøldið um ung og rúsevni.

Sjálv hevur hon ein 16 ára gamlan son, sum er rúsevnismisnýtari. Hon segði, at hon legði merki til, at sonurin broyttist, ætlaði at flyta og fekst ikki upp um morgunin.

 

 

Hoyr fyrra part av orðaskiftinum um rúsevni við at trýsta HER

 

 

Hon helt, at soleiðis kundu tannráringar vera, men støðan bara versnar, og tað gjørdust henni greitt, at sonurin varð bæði misnýtari og var millummaður í sambandi við rúsevnasølu.

 

- Heima er luftin tung og eitrað, tí alt er stýrt av honum, hansara sinnalagi og hansara misbrúki. Tað verður manipulerað, logið og stolið, og hann endavendur húsinum har tað er týðiligt, at hann leitað eftir pengum at fíggja misbrúkið við, og eftir amboðum at brúka í sambandi við misbrúki.

 

 

Hoyr annan part av orðaskiftinum um rúsevni við at trýsta HER

 

 

- Tað er ongin virðing og ongar kenslur eftir, og hann letur alt liggja frammi, so at sjálvt eg kann finna tað, sigur Angela Hentze.

 

Men spurningurin er so, hví summi ungfólk enda í einum misbrúki.

Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum, vísir á, at tað er ikki óvanligt at ung royna ymiskt. Summi royna eisini rúsevni, og so er avleiðing, at nøkur verða bundin av tí.

Hon sigur, at tað vísir seg ofta, at tey eru blaðung, tá ið tey vera bundin at rúsevnum

- Men orsøkin til, at tey ikki fóta sær, er at ofta finna nógv fyrr í lívinum, heldur Hildur Hermansen.

 

Hon sigur, at tí krevst, at arbeitt verður við hesum heilt frá tí at barnið er í móðurlívi tí bæði ljósmóður, heilsusystrar, pedagogar í vøggustovu, barnagarði, og lærarar í skúlanum eru týdningarmiklir liðir í at forða fyri, at summi ikki fóta sær, men enda í misnýtslu.

 

Hildur Hermansen heldur, at tað eru nógv viðurskifti, sum kunnu enda við, at ung verða bundin at rúsevnum.

- Tað kann vera umsorganarsvíkur. Tað ringt at vísa á einstakar orsøkir, til at ungfólk fara at taka rúsevni. Men ofta er talan um grovar menniskjansligar ella sosialar trupulleikar, sum gera, at summi ung fáa trongd at rúsa seg fyri at fáa hvíld fyri teimum sterku, kensluligu avbjóðingunum, tey hava.

 

Talan kann eisini vera um eina familja, har foreldrini hava rúsevnatrupulleikar, ella talan kann vera um familjur, sum hava fulla ferð á alla tíðina, og ikki geva sær stundir til børnini.

Og tað er í slíkum førum, at ljósmøður, heilssystrar, pedagogar og lærarar, kunnu stuðla uppundir, so at ikki eisini næsta ættarlið arvar rúsevnatrupulleikan.

 

Annars kann rúsevnismisnýtsla raka allar samfelagsbólkar, eisini vælvirkandi familjur.

 

Mariann Reinert er politistur og umboðar poliotiið í SSP, sum er eitt samstarv ímillum skúla, sosialu myndugleikar og politiið.

Hon heldur, at tað er ógvuliga sjáldan, at rúsevnamisnýtsla stendur einsamøll, tí allaroftast er ein ella onnur grund til, at tað endar soleiðis.

 

- Tað liggur ein stór ábyrgd á teimum vaksnu at vísa áhuga í sosiala lívinum hjá børnunum og í skúlalívinum hjá børnunum. Foreldrini eiga at halda eyga við, at ongi børn í flokkinum eru sett uttanfyri. Tað er nevniliga ikki bara lærarin, sum hevur ábyrgd, tí foreldrini mugu samstarva við læraran, sigur hon.

 

- Tað er eisini týdningarmikið, at børnini hava nakað annað at ganga upp í enn skúlan. Tey mugu hava eitt umhvørvi, har tey føla, at tey eru væleydnað og tað ikki bara eru ósigrar. Tey mugu hava kensluna av, at tey eru partur av einum felagsskapi, onkrum góðum, sum ger tey glað, sigur Mariann Reinert.

Ella sagt stutt, so er tað umsorgan, børnini hava brúk fyri.

 

- Men so skulu vit eisini hava í huga, at summi ung eru váðafús, uttan at hava nóg gott tamarhald á sær sjálvum. Tað fær summi at koyra ógvuliga skjótt, og tað kann fáa summi at taka rúsevni, vísir hon á.

 

Martin Kúrveg, leiðari á Herberginum hjá Frelsunarherinum heldur, at ein orsøk til, at ung leita til rúsevni, er at tey føla, at tey eru miseydnað.

- Tey føla seg kanska svikin á ymsan hátt og tí leita tey sær eftir einum umhvørvið, at tey føla seg heima, og ofta eru tað bólkar, har rúsevni verða tikin.

 

Honvegin staðfestir hann, at tað eru ung í øllum samfelagsløgum, ið kunnu enda í misnýtslu, og ikki bara ung, sum hava havt aðrar trupulleikar. Men ofta mangla tey sjálvsvirði, leggur hann afturat.