Heimaútróðurin í trygga legu

Harmuligt er at síggja, at menn ikki sleppa til út-róðar, grunda á, at fiskidagarnir eru uppi. Hetta er ein partur av smábátunum, sum avgjørt ikki eru teir sum tøma grunnarnar.

Okkara veðurlag ger, at teir hava stórar avmarkingar. Heldur ikki hava teir loyvi at fiska haldidagar, sum onnur skip kunnu. Annars er tað ikki tað, sum eg eri keddur um, at teir ikki kunnu fiska halgidagar, tí tað er í lagi eftir míni metan.
Vit eiga at fara inn og eftirhyggja hesa skipan, tí her er nógv sum haltar. Vit eru vitnir til, at ungir kemm koma til bygdar við nýggjum bátum, sum einki loyvi hava. Teir mugu út at leita eftir onkrum burturkasti, og keypa fyri okursprís ? hetta er ikki rætt.
Verður hetta gongdin, so verður tað skjótt, at hetta við útróðrarmonnum á smáplássum verður søga. Nógv verður tosað um mentan. Eg haldi, at hetta er mentan, ongin ivi um tað.
Oyggjarnar verða fátækar, tá vit hava forkomið heimaútróðrinum, og haldi eg sjálvur, at vit eru væl áleiðis.
Eg kann nevna sum dømi, at síðsta ár var tað so, at dagarnir vóru uppi hjá bólki 5 B. Men var tað skjótt, at tað kom aftur í rættlag. Har var ein maður í Skúvoy, sum akkurát hevði gjørt bátin kláran, men kundi ikki fiska, grundað á, at dagarnir vóru uppi, hóast hann ongan túr hevði verið.
Bátar undir 10 tons eiga at kunna fiska frítt, tí tað ikki eru teir, sum oyða grunnarnar.
Annars skilti eg á Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, at hann fór at royna at loysa hendan trupulleika beint eftir nýggjár.
Nei, latið okkum sum eru valdir av fólkinum, taka hendur saman og fáa heimaútróðurin í trygga legu. Tað gera vit bert við at siga heilt einkult, at bátarnir fiska frítt, alt annað er at reingja veruleikan, tí hetta er ikki tann parturin, sum er hóttanin fyri grunnarnar.