Heim við fullari last

Gøtuskipini Jupiter, Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu er á veg á Fuglafjørð við fullari last av svartkjafti Tey trý gøtuskipini hava roynt á Porcupine-bankanum vestan fyri Írland. Tróndur í Gøtu byrjaði túrin á eystara kanti á bankanum, men fór seinni á norðara kantin, har hini bæði skipini høvdu roynt.

Jupiter og Finnur Fríði koma væntandi á Fuglafjørð í nátt. Teir hava umleið 2.500 tons í part.

Tróndur í Gøtu fór at sigla seinni, og teir verða ætlandi á Fuglafirði mikumorgunin við fullari last, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.