Heim til rørslutarnað

Jens Johannesen
valevni javnaðarfloksins
til býráðið

Eitt mínum hjartamálum er heim fyri rørslutarnað. Je havi stilla upp hesaferð, tí je havi ikki samvitsku longur at síggja hetta mál vera so viðfarið sum tað er.
Tað er ein mannarættur, at øll, óansæð um tú er frískur ella hevur okkurt brek, skulu hava somu møguleikar, tá hugsað verður um at fáa lut í teimum ágóðum, sum samfelagið hevur at bjóða.
Hava okra rørslutarnaðu borgarar somu rættindi, hava tey sama frælsi sum tú og je, tá hugsað verður um at fáa lut í samfelagsins ágóðum? Her á Tvøroyri finst onki til tey, og her hava tey ongar møguleikar, tá hugsað verður um búpláss, arbeiði og aðrar aktivitetir.
Hesi fólk verða stutt sagt so diskriminerað, at tað er ein stór skomm fyri okum.
Okur eru sjálv við til at gjalda hetta "frælsi" hjá tí rørslutarnaða. Okur eru við til at útihýsa hesi fólkini, okur eru við til at isolera tey frá samfelagsins ágóðum, hetta er skerjing av frælsinum hjá hesum borgarum okra, men hvussu er samvitskan hjá politikarunum? Kann okra sam-vitska bera hesa likasælu politikaranna. Ikki mín. Kanska kosta tey okra sam-felagi ov nógv? Kanska síggja okur tey sum ein trupulleika?
Men vóru hesi neyðar fólk trupulleikin, áðrenn tey blivu sjúk? Nei, tá var politikarin grammur eftir teirra skattakrónum. Hetta er ikki ein kritikkur av býráðnum, men bert ein konstatering, at her væntar nógv. Og viðhvørt eru okur noydd at kalla ein spaka fyri ein spaka.
Virðingin fyri tí minni menta er lítil - púrt ongin. Hetta, okur gera ímóti okra egnu borgarum, er so niðurgerandi, at tú skal vera ein góður rithøvundur at finna tey røttu orðini. Okur skulu hava fólk inn í býráðið, sum virðismeta fólk á jøvnum føti óansæð brek ella ei. Hugsa tær, at tú vaknar um morgunin við stórum breki. Tú fær mat, rein klæðir og so verður tú settur í ein stól í einar 12 tímar, ger so væl. Hetta eru tínar treytir fyri at liva í okra nútímans samfelag. Er hetta tað, tú kundi hugsa tær, um tú bleiv rørslutarnaður?
Hvar er solidariteturin við teim rørslutarnaði? Hvørji tilfeingi hevur kommunan brúkt fyri at geva okra rørslutarnaðu eitt virðiligt lív?
Lat okum tí vísa teimum virðing og tollyndi, og tendra eitt ljós í teirra stóra breki. Brekið er nóg stórt, sum er.
Lat okum vísa teimum frælsi, javna og brøðralag.
Set tín kross har, sum tú heldur at virðingin fyri tí rørslutarnaða og minni menta kemur best til sjóndar. Har humanisman kemur til sjóndar.
Fyri einum árið síðani lat upp eitt sambýlið fyri heilaskadd (apoplexi) í Havn. Pláss er fyri fýra búfólkum.
Hetta er eitt heim, har landið rindar alt.
Her kunnu okur vísa á somu møguleikar, sum tey í Havn og møguleika at fáa eini 8-10 nýggj arbeiðspláss, um rætt verður borið at. Farast skal í ítøkiligar samráðingar við landstýrismannin í heilsumálum, um at fáa játtan til eitt slíkt heim. Okur kunnu saktans vísa á nýtilig høli.
Vilt tú veljari tryggja brekaðum somu rættindi sum aðrir borgarar, so veitst tú, hvar tú skal seta krossin. Je kenni trupulleikarnar, je vil vera við til at loysa teir á nøktandi hátt. Velur tú meg inn í býráðið, so helmi je ikki í, fyrr enn ein loysn er funnin. Gott javnaðarval.