Heim úr Barentshavinum við flaki

Tveir av trimum flakatrolarum, sum hava verið sín fyrsta túr í Barentshavinum í ár, eru nú komnir aftur – og hin seinasti kemur hósdagin

Vesturvón er komin við 815 tonsum og Gadus við 760 tonsum.
Enniberg, sum er hin triði flakatrolarin, er eisini á veg heim. Teir verða væntandi inni hósdagin í hesi vikuni.
Mortan Johannesen, reiðari, sigur, at Enniberg hendan túrin hevur heili 1000 tons í flaki.
Sum skilst á reiðaranum, er hetta ein góður túrur.
- Hin eina túrin fyri nøkrum árum síðan høvdu vit 1300 tons, men tá var Enniberg kombineraður, soleiðis at vit bæði høvdu saltfisk og flak, leggur Mortan Johannesen aftrat.
Hanus Hansen, stjóri og reiðari hjá JFK, er burturstaddur, og á skrivstovuni hjá felagnum í Klaksvík hevur eingin heimild at siga eitt eiansta orð.
Reiðarin á Gadusi segði tó við Norðlýsið herfyri, at skipið hevur fulla last, og at meginparturin av veiðini er toskaflak.
- Prísurin er eisini hampiligur, legði Hanus Hansen aftrat.
Á Havnaskrivstovuni í Klaksvík verður upplýst, at Gadus kom á Klaksvík tíðliga sunnunáttina.
Sosialurin hevði eisini Anfinn Olsen, reiðara á Vesturvón í telefonini í morgun, men hann var á fundi. Hann váttaði tó, at Vesturvón hendan túrin hevur 815 tons.
Vártúrurin plagar at roynast væl hjá flakatrolarunum í Barentshavinum, og øll trý skipini vóru á fiskileið í russiskum sjógvi í endanum av desember - ella ein av fyrstu døgunum í hesum árinum.

Eingin Noregsavtala
Nú stríð framhaldandi er um býtið av heildarkvotuni av makreli, hava Føroyar og Noreg ongan sínámillum fiskiveiðisáttmála. Soleiðis var í 2011, og soleiðis er eisini í ár.
Noreg vil ikki gera sínámillum fiskiveiðiavtalu við Føroyar, so leingi semja ikki er um makrelbýti.
Tað vil ES heldur ikki.
Føroysku flakatrolararnir kunnu tí bara fiska í russiska partinum av Barentshavinum, og í ár er føroyska toskakvotan hjá russum tilsamans 15.206 tons. Føroysku flakatrolararnir kunnu eisini veiða 2.000 tons av hýsu og 900 tons av flatfiski.
Árið í fjør var hitt fyrsta í nýggjari tíð, har Føroyar onga fiskiveiðiavtalu hava við Noreg og ES. At Føroyar onga avtalu hava við ES, gongur eitt nú út yvir rækjukvotuna, sum Føroyar plaga at hava í Grønlandi.