Fótbóltur
Íslendska Morgunblaðið staðfesti í gjár, at Símun Samuelsen og Keflavík eru samd um, at partarnir nú skijlast, hóast Símun framvegis hevði nakað eftir at sáttmálanum.
Orsøkin til hetta er, at familjan hjá Símuni nú er flutt aftur til Føroya, og at hann tí hevur ynskt at verða loystur úr sáttmálanum. Eitt ynski, sum nú gingið á møti.
Enn er ikki endaliga greitt, hvar framtíðin á fótbóltsvøllinum liggur. Men leingi hevur ljóðað, at HB er felagið, sum Símun fer at spæla við, og spælarin váttar sjálvur, at tað er ikki einki um tosið.
- Tað eru tvey feløg, sum eru upp á tal. Og annað av teimum er HB, sigur Símun Samuelsen, sum samstundis váttar, at hitt felagið er FC Suðuroy, sum barndómsfelag hansara í Vági nú eitur.
- Sjálvur vænti eg, at endaliga avgerðin fellur í dag ella í morgin. Men meira enn tað fái eg ikki sagt, sigur Símun Samuelsen, sum nú er í Íslandi og avgreiðir seinastu smálutirnar, áðrenn ferðast verður aftur til Føroya.